Sandnes Ulf, sum spælir í næstbestu deildini í Noreg, hevur í dag kunngjørt Ára M. Jónsson sum nýggjan spælara. Landsliðsspælarin spældi í fjør við HB. Talan er um ein tvey ára sáttmála, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Les eisini: Havi hug at spæla uttanlands aftur
23 ára gamli vinstri bakkurin hevur verið til royndarvenjingar í Noreg, eftir kappingarlok í fjør. Hann hevur í fleiri førum sagt við In.fo, at hann hevur hug at royna lívið sum yrkisspælari aftur.
- Ári gjørdi tað væl til royndarvenjingarnar, har hann imponeraði okkum. Tí fegnast við um, at hann hevur gjørt avtalu við okkum, sigur Tom Rune Espedal, dagligur leiðari í felagnum.
Hann er uppvaksin í HB, men flutti niður sum ungur at spæla við Silkeborg og fótbóltsskúlanum har. Ári M. Jónsson spældi millum annað allan dystin, tá Føroyar taptu 1-0 fyri Ungarn í seinasta landsdystinum í fjør.