Alt bendir á, at U21 og A-landsliðsspælarin, Kjartan Johansen, skiftir til Kyndil komandi kappingarár. Hann hevur bara spælt við barndómsfelagnum, StÍF, meðan hann hevur verið í Føroyum.
Hann hevur roynt seg uttanlands við Team Sydhavsøerne í Danmark, men valdi í januar at flyta aftur til Føroyar, tí felagið ikki livdi upp til treytirnar. Tá segði hann soleiðis við In.fo:
- Teir lovaðu mær arbeiði og eitt stað at búgva. Eg flutti ikki inn í har, sum eg skuldi búgva fyrr enn eg hevði verið har í tveir mánaðar. Eg havi heldur ikki havt eitt stabilt arbeiði, meðan eg havi verið her. Eg segði við teir áðrenn eg fór til Føroyar, at teir skuldu skaffa mær arbeiði áðrenn eg kom aftur. Tað hava teir ikki klárað, og tí valdi eg at gevast í Team Sydhavsøerne, greiðir Kjartan Johansen frá.
Hann segði eisini, at ætlanin var at royna hondbóltsdreymin uttanlands eftir HM endaspælið í Algeria, men tað er fyribils útsett, um ikki okkurt hendir beint eftir endaspælið.
Kyndil hevur fingið tilgongd av 26 ára gamla Milan Zegarac úr Serbia. Hann hevur í seinastuni spælt við RK Spacva í bestu kroatisku deildini. Hinvegin, so er stóri strikuspælarin, Hørður Fannar Sigtórsson farin til Team Klaksvík.










