Føroyski landsliðsmiðverjin, Rógvi Baldvinsson, skiftir til Bryne í næst bestu deildini í Noreg. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá.
Rógvi Baldvinsson hevur gjørt sáttmála við felagið til endan á 2014, so talan er um ein tvey ára sáttmála. Longu í dag skal hann spæla móti Start í venjingardysti.
Rógvi Baldvinsson er 23 ár og hevur spælt níggju landsdystir og skoti eitt mál fyri Føroyar. Hann hevur verið settur í samband við B36. Hann skiftir frá Ålgard.
Mynd: Rógvi Baldvinsson(t.v) í hornatøkum við Zlatan Ibrahimovic