”Jacoba Langgard fer at spæla í hvítum í 2021”. Soleiðis skrivar B36 á Facebook. Sostatt hevur B36 fingið tilgongd av landsliðsspælaranum, sum hevur spælt við GÍ, Víkingi og seinnu árini við samansetta liðnum ÍF/Víkingur/B68, sum nú er avtikið.
- Talan er um ein sera evnaríkan og royndan spælara, sum í størstan mun hevur stýrt miðvøllinum í sínum omanfyri 150 dystum í bestu deildini. Hon er A-landsliðsspælari, og kemur at styrkja um okkara lið, sum miðvíst bjóðar toppinum av. Vit gleða okkum at síggja Jacobu á vøllinum fyri B36, og ynskja henni hjartaliga vælkomnari í felagið, skrivar B36.
B36 spælir móti júst Víkingi í 1. umfari, sum verður um eina viku.