Landsliðsspælararnir verða vigaðir í kvøld

Henrik Larsen fer at hyggja at dystinum á Svangaskarði millum B68 og B36, áðrenn hann og hjálparvenjarin fara at taka støðu til, hvørjir tveir skulu sáldast frá

LANDSLIÐIÐ

Í síðstu viku fingu tjúgu spælarar boð til landsdystin, sum leygardagin verður ímóti Skotlandi. Samstundis fingu teir at vita, at tveir teirra fóru at verða sáldaðir frá eftir vikuskiftið. Men enn eru eingir vigaðir og funnir at vera ov lættir. Tað kemst av, at tveir dystir sunnudagin vóru av ongum. Dysturin millum EB/Streym og KÍ var ikki útsettur. Í skipanini stendur, at hann skuldi spælast í gjárkvøldið.
Útsetti dysturin millum Skála og NSÍ varð spældur í gjárkvøldið, tá ásetti dysturin millum EB/Streym og KÍ eisini varð spældur. Í kvøld klokkan 18.30 fara B68 og B36 at spæla á Svangaskarði.
Tá verður landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, millum áskoðararnar. Frammanfyri sær fer hann at hava seks spælarar, sum hava fingið landsliðsboð. Teir eru Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen á heimaliðnum og Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen, Julian Johnsson og John Petersen á B36 liðnum.
Landsliðsevnini, sum um vikuskiftið vóru í eldinum heima á landi, vóru spælararnir í HB og Sámal Joensen hjá GÍ. Í Danmark spældi Christian Høgni Jacobsen við Vejle, meðan Jákup Mikkelsen sat á beinkinum hjá Molde í Noregi.
Í gjár var sera ivasamt, um Helgi L. Petersen fór at spæla á Skála í gjárkvøldið. Hann hevur havt ilt við at koma seg heilt eftir skaðan, sum hann fekk í landsdystinum ímóti Liktinstein. Harafturímóti var greitt, at Pól Thorsteinsson fór at spæla í gjár. Hann hevur verið skaddur síðstu vikurnar.
Jens Kristian Hansen hjá B36 hevur verið skaddur. Tann lítla tíman, sum B68 og B36 vóru á vøllinum á Toftum, bar til at staðfesta, at Jens Kristian er tøkur hjá landsliðsvenjaranum.
? Eftir dystin á Toftum í kvøld verður greitt, um allir teir, sum eru úttiknir, verða tøkir. Um teir verða tað, so verður neyðugt at sálda tveir spælarar frá, sigur Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari hjá Henriki Larsen.
Landsliðið fer at venja fyrstu ferð á Svangaskarði fyrrapartin í morgin.