HB venjarin, Rúni Nolsøe, hevur tikið ógvusligar avleiðingar av, at HB ikki hevur skorað mál í opnum spæli í 450 minuttir. Ikki minst er hetta gingið út yvir landsliðsspælararnar hjá HB.
Nú fyrsta bríkslið verður millum HB og NSÍ í Gundadali, er tað greitt, at framrættaðu landsliðsspælararnir Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen báðir sita á HB beinkinum. Tvær tær fremstu HB ódnirnar manna Jákup á Borg og Fróði Benjaminsen.
Mánakvøldið var greitt, at landsliðsspælarin Jákup á Borg ikki longur skal vera liðformaður. Nýggjur liðformaður í dag er ein annar landsliðsspælari - Fróði Benjaminsen, sum í dag er álopsfelagi hjá Jákupi á Borg!