Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur almannakunngjørt listan yvir tey donsku fótbóltsfeløgini, sum hava fingið landsliðspengar fyri at lata spælarar til landsdystir.
Fremad Amager fær afturfyri at hava latið Heina Vatnsdal, Bárð J. Hansen og Finnur Justinussen til landsdystir eina munagóða upphædd uppá 327.515 krónur. Vejle, sum umframt føroyska landsliðsspælaran, Viljorm Davidsen eisini hevur landsliðsspælarar úr øðrum londum fær eina upphædd uppá 524.000 krónur. Henrik Tønder, stjóri í Vejle sigur við heimasíðuna hjá Danmarks Radio, at tað munar væl hjá Vejle at fáa eina slíka upphædd.
Hetta er yvirlitið yvir landsliðsspeningin donsk feløg fáa frá UEFA, og hjá onkrum teirra munar tað, sum tað sæst at hava føroyskar landsliðsspælarar í sínum hópi :
oneAaB, 718.485 kroner
AC Horsens, 131.006 kr.
AGF, 1,73 miljónir kr.
Brøndby IF, 1,29 miljónir kr.
Esbjerg, 127.186 kr.
FCK, 4,837 miljónir kr.
FC Fredericia, 131.000 kr.
FC Midtjylland, 1,253 miljónir kr.
FC Nordsjælland, 988.461 kr.
Fremad Amager, 327.515 kr.
OB, 1,924 miljónir kr.
Randers FC, 233.530 kr.
Silkeborg, 32.747 kr.
Sønderjyske, 133.464 kr.
Vejle, 524.000 kr.
Vendsyssel FF, 264.000 kr.
FC Vestsjælland, 65.200 kr.
Kelda: UEFA.com










