##med2##
Í morgin byrjar íslendska landskappingin aftur.
Í annaðkvøld klokkan 21 verur fyrsti dysturin í Pepsideildini. Liðið hjá Magnusi Egilssyni og Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur tekur ímóti KR í tí gamla Reykjavíkar-klassikaranum.
Sunnukvøldið klokkan 19 spælir liðið hjá Gunnari Nielsen, FH á útivølli móti Kópavogi.
Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen fekk ein heldur drúgvan skaða í kappingini í fjør, og tá hann var tøkur aftur hevði hann ilt við at vinna sær plássið aftur í málinum.
Gunnar Nielsen fer at kýta seg fyri, at hetta ikki endurtekur seg aftur í ár. Hann ætlar avgjørt at spæla ein stóran leiklut hjá FH hetta kappingarárið í Pepsideildini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Nielsen í sendingini "Fótbóltspanelið".