Landsliðsmálverjin stillar upp til kommunuvalið

Hann hevur mangan bjargað fótbóltslandsliðnum, men nú bjóðar hann seg eisini fram til at bjarga Klaksvík. Jákup Mikkelsen stillar upp til kommunuvalið í november Liðformaðurin á fótbóltslandsliðnum er komin á listan hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið í Klaksvík. Tað skrivar Norðlýsið í kvøld.

Jákup Mikkelsen er víðagitin sum fótbóltsspælari, men nú ætlar hann sær at royna seg sum politikari.

Umframt Jákup Mikkelsen stilla eisini Tummas Lervig, Eyðgunn Samuelsen og Signhild Joensen upp fyri Javnaðarflokkin, veit Norðlýsið at siga.

Javnaðarflokkurin í Klaksvík hevur seinasta uppstillingarfundin mánakvøldið, og tá verður listin endaliga gjørdur.