Landsliðsmálverji hevur longt sáttmálan

Gunnar Nielsen hevur longt sáttmálan við FH í Íslandi

Føroyski landsliðsmálverjin hevur longt sáttmálan við FH í Íslandi. Gunnar Nielsen kom til felagið í 2016 og vann meistaraheitið í sínum fyrsta ári, sum var undir leiðslu av Heimi Guðjónssyni. Nýggi sáttmálin er galdandi fram til endan av 2022

– Fyri meg var tað aldrin ein spurningur um at leingja. FH er mitt felag í Íslandi. Eg og familjan trívast væl, sigur Gunnar Nielsen, ið gleðir seg til komandi tíðina í felagnum.

Gunnar Nielsen hevur spælt samanlagt 119 dystir fyri FH. Hann skifti til íslandskan fótbólt í 2015, tá hann fór til Stjarnuna. Árið eftir skiftið hann til FH. Hann hevur spælt 63 landsdystir fyri føroyska landsliðið.