Landsliðsliðskiparin er besti verjuleikarin

Ársins verjuleikari í Effodeildini 2016 eitur Atli Gregersen

Nú er júst blivið greitt, at ársins verjuleikari í Effodeildini 2016 er liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen. Atli Gregersen vann heiðurin framman fyri liðformannin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, og liðfelaga sín úr Víkingi, Erling Jacobsen.

 

Atli Gregersen hevur havt eitt sera gott kappingarár, har hann sum liðformaður í miðverjuni hevur verið partur av liðnum hjá Víkingi, sum gjørdist føroyameistari og bert lat 25 mál inn í 27 dystum. Afturat góðu avrikunum í Effodeildini bleiv Atli Gregersen eisini útnevndur til liðskipara á føroyska landsliðnum fyrr í ár.