Uppfinning
Øssur Hansen á Toftum er ikki bara ein útmerkaður fótbóltssleikari, telvari og í sínari tíð eisini borðtennisleikari. Nú kann hesin fryntligi maðurin, sum júst hevur bygt sær hús á Toftum, har hann býr saman við konu og tveimum børnum, eisini kalla seg uppfinnara.
Øssur, sum er útbúgvin elektrikari, hevur siglt nakað, men ikki nógv. Í sínari tíð var hann nakrar túrar við línuskipinum, Volunteer. Teir høvdu ikki egningarmaskinu, men egndu við hond. Hann var eisini við Volunteer onkran snellutúr í Íslandi.
Tá ið toftamenn fyri ikki so langari tíð síðan fingu nýggjan Stapa, var Øssur við á fyrsta túri, sum gjørdist nokso drúgvur. Teir royndu við línu undir Íslandi og frystu umborð. Alt gekst ikki eftir vild hjá hesum nýggja skipi í byrjanini, og lógu teir tí inni í Íslandi nakrar dagar á túrinum. Í Grindavíkini í Íslandi mistu teir ein mann, sum var farin niður ímillum og var druknaður.
Umframt at hava verið við línubáti, har teir egndu við hond ? og seinni við Stapanum, sum hevur egningarmaskinu, hevur Øssur eisini róð nakað út. Haraftrat var hann landformaður í eini fýra ár á rað, og er altíð av og á ?dottin? aftur á útróðurin og egningina.
Uppfinnari
Nú North Atlantic Fish Fair verður í høvuðsstaðnum í komandi viku, verður Øssur Hansen ein av 20 luttakarum á básinum hjá Nes kommunu.
- Eg havi í nøkur ár arbeitt við at uppfunnið eina skipan, sum ger tað lættari at finna húkarnar úr einum bunti, tá ið knýtt verður undir línuna. Húkarnir hanga allir í einum bunti, og tá ið tú tekur ein burtur úr, er hann viðhvørt fastur, og tú kanst stinga teg. Og tá ið so húkarnir í buntinum fækkast, er vanligt, at nakrir detta niður á dúrkið, tí tá er buntið leysari, og fleiri kunnu fylgja við tí eina, tú hálar í.
Øssur sigur, at hann serliga hevur hugsað um mannin, sum stendur við splittaran og skal bera seg skjótt at fyri at klára at knýta allar húkarnar undir línuna, sum eru burtur.
- Eg havi ongantíð sæð nakra skipan, sum ger tað lættari og skjótari at fáa fatur á húkunum, og eg havi eisini spurt meg fyri hjá monnum, sum eitt nú hava siglt við norskum línubátum, um norðmenn hava nakra slíka skipan. Men svarið er hitt sama; húkarnir verða hálaðir niður úr buntinum og allir, sum hava fingist við línu, vita, hvussu irriterandi og seinkandi tað kann vera.
Øssur sigur, at umborð á einum línubáti er vanligt, tá ið nógvir húkar eru burtur, at meira enn tann eini maðurin stendur og knýtir nýggjar húkar undir.
- Eg kundi hugsað mær, at nýggja skipanin spardi ein hálvan ella heilan mann, tá ið nógvir húkar eru burtur. Hesin kundi so í staðin verið á dekkinum, tá ið nógv er at gera har. Í aðrar mátar kundi skipanin gjørt tað nógv lættari hjá tí manninum, sum stendur við splittaran og knýtir undir.
Hann sigur, at pláss er til 200 húkar á gevindstongini, og tann fremsti húkurin hongur altíð klárur at taka. So skjótt, hesin húkurin er tikin, hongur tann næsti klárur at taka.
- Við tað, at tú tekur í sjálvt eygað á húkinum, sum hongur leysur, fært tú við sjálvari tøkuni eisini koyrt húkin beinleiðis ígjøgnum svøvulin á línuni. Tí ger skipanin tað eisini nógv lættari og skjótari at knýta húkarnar undir línuna.
Vildi loysa málið
Øssur sigur, at hann sum sjómaður, egnari og landformaður ofta hevur undrast yvir, at eingin er komin við eini skipan, sum ger tað lættari at fáa fatur á húkunum í eini bunti.
- Tí setti eg mær fyri at loysa hetta málið.
Á maskinverkstaðnum, FJM í Runavík, sum Tórshavnar
Skipasmiðja nú eigur, hava teir verið góðir í ráðum.
- Arni Carlsen á FJM hevur hjálpt mær væl við at fáa skipanina at virka, soleiðis sum eg kundi hugsað mær hana, sigur Øssur, sum er spentur upp á, hvussu nýggja uppfinnilsið verður móttikið á North Atlantic Fish Fair, har nógvir útbjóðar og keyparar eru og koma fram við, meðan stevnan varir.
Øssur sigur, at eitt er, at húkamaskinan sparir monnum
stríð og tíð, men hon sparir eisini reiðarínum nógvar húkar, tí við nýggju skipanini fer eingin húkur á dúrkið og verður spulaður burtur, tá ið dekkið verður vaskað.
- Jú, tað verður spennandi at síggja, um áhugi verður fyri nýggja uppfinnilsinum, nú stór altjóða fiskivinnustevna verður í Føroyum, sigur Øssur Hansen, uppfinnari.
Øssur og maskinan?.
Prototypan til nýggju húkamaskinuna hongur í kjallaranum hjá Øssuri Hansen á Toftum Mynd: Vilmund Jacobsen
Øssur einsamallur?
- Sum sjómaður, egnari og landformaður havi eg ofta undrast yvir, at eingin er komin við eini skipan, sum ger tað lættari at fáa fatur á húkunum í eini bunti. Tí setti eg mær fyri at loysa hetta málið, sigur Øssur Hansen Mynd: Vilmund Jacobsen
Línuskipið Polarstjørnan?.
Nýggja uppfinnilsið hjá Øssuri Hansen kann spara ein hálvan ella heilan mann, tá ið nógvir húkar eru burtur. Í øllum førum ger uppfinnilsið tað nógv lættari hjá manninum við splittaran










