31 ára gamli Kevin Sammut, sum spældi við maltesiska meistaraliðnum, Valletta, og eisini á landsliðnum hjá Malta, hevur fingið 10 ára leikbann fyri match-fixing.
Talan er um ein landsdyst ímillum Malta og Noreg í 2007. Kevin Sammut spældi fyrra hálvleik í dystinum, sum Noreg vann 4-0 eftir at hava skotið trý mál innan teir síðstu 18 minuttirnar.
Tveir aðrir leikarar eru fríkendir í málinum, men forsetin í fótbóltssambandinum á Malta, Norman Darmanin Demajo, heldur, at fleiri leikarar helst eru sekir.
- Ein leikari kann viðvirka í match-fixing hóast hann ikki er á vølinum. Hann kann eisini viðvirka uttan at vera við í hópinum. Persónliga vænti eg, at fleiri leikarar hava verið uppi í leikinum, sigur hann við heimasíðuna hjá sambandinum.










