Herfyri gjørdist greitt, at føroyski høgri bakkurin, Bárður Hansen, ikki fór at halda fram í Fremad Amager, sum hann hevur umboðað seinasta hálva árið. Saman við Heina Vatnsdal hava hesir báðir verið føroysku umboðini á liðnum, sum flutti úr triðbestu upp í næstbestu deildina í farna kappingarári. Tó skulu føroyingar framyvir eisini rokna við, at føroyskt blóð verður at finna hjá Fremad Amager, tí í dag kunnger felagið, at Heini Vatnsdal hevur longt um sáttmálan.
Fremad Amager skrivar, at hóast sáttmálin hjá føroyska miðvallarkríggjaranum ikki stóð til at ganga út, so hevur felagið valt at leingja um sáttmálan við Heina Vatnsdal. Onki verður sagt um, hvussu langur sáttmálin er.
- Tað var ein løtt avgerð fyri meg at leingja við Fremad Amager. Felagið hevur staðið í spennandi menning, meðan eg havi verið her, og hetta gleði eg meg til eisini at verða ein partur av í framtíðini, sigur Heini Vatnsdal sambært almennu Facebook-síðuna hjá Fremad Amager.
Fremad Amager hevur staðið seg sera væl í donsku 1. division í hesum kappingarárinum. Heini Vatnsdal og liðfelagarnir eru nýliga farnir í vetrarsteðg á einum fimta plássi, har 28 stig eru vunnin í 19 dystum. Bert trý stig eru upp til fremsta plássið í næstbestu deildini og harvið uppflyting í Superliguna.










