Landsliðsleikari er heima aftur

Jann Ingi Petersen er aftur har, sum yrkisleiðin byrjaði. Føroyski landsliðsleikarin veittraði danska Skive farvæl fyri tveimum vikum síðani, hóast hann ongan dyst hevði spælt fyri felagið.

Heimasíðan hjá B68 skrivar í dag, at toftamaðurin Jann Ingi Petersen hevur skrivað undir sáttmála, sum bindir hann at felagnum næstu tvey árini.

 

Flytingarvindeygað er latið aftur, og føroyski landsliðsleikarin kann ikki spæla við besta liðnum fyrr enn eftir summarsteðgin. Hann fer at spæla við næstbesta liðnum, sum spælir í 2. deild, næstu vikurnar.

 

Jann Ingi Petersen hevur umboðað NSÍ seinastu tvey árini. Hann skrivaði undir sáttmála við Skive stutt fyri jól í fjør, men gavst av persónligum orsøkum.

 

Hann hevur spælt 24 skrásettar landsdystir fyri Føroyar.