Landsliðsleikarar skifta feløg

Bæði fyrr- og núverandi føroyskir landsliðsleikarar skifta feløg

Jón Rói Jacobsen til Frem. Súni Olsen til B36 og Janus M. Joensen til AB. Felags er, at teir allir skifta frá einum felag, til annað felag í lægri deild.


Jón Rói til Frem

Verjuskansin hjá landsliðnum fer komandi kappingarárið at spæla fótbólt í Frem. Hetta váttar umboðsmaðurin hjá Jón Róa, Jákup í Stórustovu. Jón Rói var í vár partur av AaB-hópinum, sum vann gull í donsku superliguni, men sjáldan var føroyski verjuspælarin millum teir fyrstu ellivu. Hartil er Jón Rói framvegis ígongd við at lesa, og skal hetta røkjast fullvæl, so hóskar fótbóltur í næst fremstu donsku deildini betur til ta tíð, sum skal nýtast til lesnaðin, skilst.


Súni ávegis til B36

Víkingur hevur fingið krakk frá gøtumanninum, sum eftir øllum at døma vil spæla UEFA-Cup við B36. Tað ljóðar fyri vist, at Súni Olsen í kvøld fer at skriva undir sáttmála við B36 fyri restina av kappingarárinum. Súni Olsen spældi í vár við Viborg, sum flutti niður úr donsku superliguni, og síðani hann boðaði frá, at hann ikki heldur fram har, hava fleiri føroysk feløg ligið framvið eftir undirskrift hansara.

Nú er tó líkt til, at tað verður B36, sum fer við spælaranum. Víkingur hevur eisini verið í myndini, men sum skilst, so takkaði Súni Olsen í gjár nei takk til samanlagda liðið úr Gøtu og Leirvík. Mest sannlíkt, tí hann við B36 kann spæla UEFA-Cup, og tá hetta er móti danska Brøndby, kann ein slík uppgerð vera leiðin til nýggjan sáttmála í Danmark.


Janus M. Joensen til AB

Mánakvøldið skrivaði fyrrverandi landsliðsleikarin og HB-arin Janus Mouritsson Joensen undir sáttmála við AB. Hann skal tískil spæla við 1. deild hjá AB restina av hesum kappingarárinum. Janus, sum er 27 ára gamal, hevur altíð spælt við HB og hevur seinastu sjey árini verið á formulaliðnum hjá teimum.

Janus sigur við AB heimasíðuna, at tíðin nú var komin at royna okkurt nýtt. – Eg vildi helst vera her í høvuðsstaðnum, og haldi tað kundi verið stuttligt at fingið AB upp í Formuladeildina aftur, sigur Janus M. Joensen.


Myndatekstur:

Fyrr- og núverandi landsliðsleikarar skifta feløg í hesum døgum