Landsliðsleikarar selja seg sjálvar

Hóast eingin ítøkiligur leikarahandil er farin fram enn, so er einki at ivast í, at avrikið hjá føroyska landsliðnum í Hannover hevur skapt stóran útlendskan áhuga fyri fleiri av landsliðsleikarum okkara

Yrkistilverur

Tá eitt lítið land sum Føroyar brádliga skelkar eina av heimsins sterkastu og mest siðvandu fótbóltstjóðum, er einki at siga til, at áhugin fyri einstøku leikarunum gerst stórur. Tað mugu jú búgva onkrar dygdir í hesum djørvu dvørgunum, sum somikið óræddir trinu á pallin móti Ballack & Co.

Ungt landslið
Einasti føroyski leikaraumboðsmaðurin er Jákup í Stórustovu, sum rekur fyritøkuna, NAFA, og hann ásannar, at áhugin fyri føroyskum leikarum er vaksin síðani brakið í Hannover. Somikið nógv, at hann avlýsti at fara við á ferðini hjá føroyska U-19 landsliðnum til Ukraina, so sum ætlanin annars var.
- Tað sigur seg sjálvt, at tá føroyska landsliðið skapar eitt slíkt úrslit, so ger tað samstundis, at útlendskir umboðsmenn og útlendsk feløg av sær sjálvum bíta merki í hetta.
- Ikki minst tí tað eisini er soleiðis, at føroyska landsliðið er samansett av lutfalsliga ungum leikarum, og tað er sjálvandi serliga hesum, sum áhugi er fyri. Ikki fyri at taka nakað frá teimum meira royndu, men tað eru leikararnir, sum eru fyrst í 20?unum og kanska yngri enn tað, sum hava serligan áhuga.
Tá vit spyrja beinleiðis um nøvn, vil Jákup í Stórustovu helst ikki siga nakað, men hann staðfestir enn einaferð, at áhugin er vaksandi.
- Dysturin ímóti Skotlandi skapti sera stóru umrøðu, og tann umrøðan var ikki minni eftir dystin í Týsklandi. Kanska eisini tí, at fleiri útlendskir umboðsmenn vóru í Hannover og hugdu at dystinum, soleiðis at teir kundu síggja, hvussu leikararnir reageraðu, tá teir brádliga spældu móti nøkrum av heimsins bestu leikarum.

Tríggir tykjast vísir
Sum nevnt, so vil Jákup ikki seta nøkur nøvn á, tá spurt verður um, hvørjir leikarar eru serliga áhugaverdir hjá útlendskum feløgum, men tað er neyvan skotið heilt við síðuna av, tá gitt verður, at áhugin serliga snýr seg um tríggjar leikarar.
Jón Rói Jacobsen hevur longu vunnið sær fast pláss í landsliðsverjuni, og við sínum 19 árum er einki at ivast í, at hann hevur møguleika at røkka heilt langt. Hann hevur longu verið til venjingar í Brøndby, og sum hann hevur leikt móti Skotlandi, Litava og Týsklandi skal vera heilt løgið, um hann aftur verður at síggja í føroysku kappingini komandi ár. Gaman í hevur HB tryggjað sær undirskrift hansara á einum sáttmála, men hetta man einamest vera gjørt fyri at tryggja sær, at gullfuglurin ikki fer kostnaðarleysur úr reiðrinum. Jón Rói hevur sum kunnugt longu verið í Brøndby og roynt seg, og hetta tykist í øllum førum sum eitt gott boð upp á eina møguliga fótbóltsframtíð. Brøndby hevur í løtuni stórar trupulleikar við at halda seg í oddinum donsku superliguni, og tá Jón Rói leikti venjingardyst við næst besta liðnum hjá teimum gulu, mundi fáur ivast í, at hann taldist millum teir allar bestu á liðnum.
Jákup á Borg hevur áður verið upp á tal, tá talan er um útlendskan fótbólt. Nú er hann 23 ára gamal, og tað er kanska um at vera seinasta útkall fyri hansara viðkomandi. Men tað skuldi verið løgið, um Beckham-líknandi innlegg hansara ímóti bæði Skotlandi og Týsklandi ikki hava skapt áhuga onkra staðni. Sjálvur sigur Jákup á Borg, at onkrir fyrispurningar hava verið, men at hann fyrst og fremst vil tryggja sær, at skaðin í lærkrikanum verður lektur, áðrenn hann fer at royna fótbóltseydnuna nakra staðni.
Og so er tað sjálvandi Jákup Mikkelsen. Hann er nú farin um tey tríati, men málverjar liva gjarna longri enn útileikararnir gera, og so hevur Jákup eisini longu tryggjað sær heitið, danskur meistari, á visitkortinum hjá sær, so hann hevur longu prógvað sítt virði í so máta, og so er spurningurin, hvat felag verður tað fyrsta, sum vil keypa hann leysan av beinkinum í Molde.