Landsliðsleikarar í dysti í kvøld

Bæði Gilli Rólantsson Sørensen og Hallur Hansson spæla í kvøld dyst, meðan Jóan Símun Edmundsson situr uttanfyri við skaða hjá OB

Føroysku landsliðsleikararnir, Gilli Rólantsson Sørensen og Hallur Hansson, skulu í kvøld báðir spæla dyst, tá feløg teirra, Brann og AC Horsens, hava umfar í ávikavist norsku og donsku kappingini.

 

Gilli Rólantsson Sørensen og Brann spæla týðandi heimadyst móti Sandefjord. Brann, sum í løtuni liggur á triðja plássi í norsku kappingini, hevur í kvøld møguleika fyri at vinna seg fram á annað plássið, tí kappingarneytin á øðrum plássinum, Odd Greenland, hevur truplan útidyst móti Haugesund.

 

Hjá Halli Hansson og AC Horsens er setningurin ein annar. Hjá teimum ræður um at sleppa undan niðurflyting, har play-off um niðurflyting í løtuni verður spælt í donskum fótbólti. Fýra feløg spæla play-off um niðurflyting, sum eru AC Horsens, Viborg, Esbjerg og AGF. Í kvøld spæla Hallur Hansson og AC Horsens á heimavølli móti Viborg.

 

Ein annar føroyskur  landsliðsleikari, Jóan Símun Edmundsson, skuldi upprunaliga eisini spæla í kvøld, tá hansara felag OB møtir Silkeborg á útivølli. Men av tí at Jóan Símun Edmundsson í vikuskiftinum fekk ein snudd í baklærið, situr hann uttanfyri til dystin í kvøld móti Silkeborg.

 

Dysturin hjá Brann móti Sandefjord byrjar í kvøld klokkan 17:00, meðan tann hjá Halli Hansson og AC Horsens byrjar klokkan 19:00.