Niels Nattestad hevur nú arbeitt seg gjøgnum teir hondbóltslandsdystir, sum føroyska mannslandsliðið hevur spælt, síðani fyrsti dysturin varð spældur í 1964. Tilfarið er nú lagt inn á heimasíðuna hjá HSF. Á yvirlitinum sæst millum annað, at Hanus Joensen er tann, sum bæði hevur spælt flestar dystir og skotið flest mál fyri Føroyar. Av núverandi spælarunum er Hans Áki Dal-Christiansen tann, sum hevur spælt flestar dystir, meðan Heini Hanusarson er spælarin, ið er nærmast við at taka málmetið hjá pápanum.