Landsliðsfótbóltur á KVF í framtíðini

Líkt er nú eisini til, at Kringvarpið fer at framleiða dystirnar

Kringvarp Føroya boðar í dag frá, at stovnurin hevur undirskrivað avtalu við UEFA og FIFA um rættindini til undankappingardystir í fótbólti hjá A-landsliðnum hjá monnum í fótbólti. 

 

Rættindini fevna um undankappingarnar til EM í 2020 og HM í 2022, umframt nýggju kappingina, sum skal avloysa venjingardystirnar, Nations League 2018/19 og 2020/21. 

 

Seinnu árini hevur útgerðin hjá Kringvarpinum ikki lokið krøvini hjá UEFA og FIFA til at framleiða altjóða dystir. Nú er Kringvarpið farið undir at menna sjónvarpsbussin, OB 11, til HD. Hetta fer at hava við sær, at sjónvarpsbussurin lýkur tey altjóða krøv, ið verða sett sjónvarpsframleiðara, sum skal framleiða landsdystir til útlendskar sjónvarpsrásir.

 

- Ætlanin er, at bussurin skal verða klárur til steypafinaluna í fótbólti, sum verður síðst í august. Landsdystirnir í Nations League verða føroyskt framleiddir, sigur Leivur Frederiksen, sum er ítróttarredaktørur í Kringvarpinum.

 

Málið er, at Kringvarp Føroya í framtíðini sjálvt skal standa fyri sjónvarpsframleiðslum av A-landsdystum – eisini til HM og EM-undankappingar.