Landsliðsdagur

Ikki færri enn 21 landsdystir verða leiktir kring Europa leygardagin

 

HM-dystir


Umframt dystin millum Føroyar og Luksemburg, sum verður á Svangaskarði, skulu hópin av dystum avgreiðast leygardagin.

Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, ásetur vanliga fastar leikdagar, so lættari er at samskipað leikdagarnar í ymsu europeisku deildunum.

Umframt dystin í Føroyum, eru tveir aðrir dystir á skránni í okkara bólki. Russland ferðast til Slovenia, har teir kunnu at kalla staðfesta luttøku sína, meðan Sveis og Jugoslavia fara á vøllin at dystast um næst fremsta plássið í bólkinum, sum kann geva atgongd til endaspælið í Japan og Suðurkorea.


Grannarnir

Grannar okkara í Norðanlondum skulu allir í dyst, og í fleiri førum tykist talan verða um dystir, sum hava alstóran týdning fyri HM-vónirnar hjá hesum.

Danmark er á odda í sínum bólki, og hendan sessin halda teir fast um, um talan verður um heimasigur ímóti Norðurírlandi. Danir munnu tó skeita eins nógv móti Íslandi, sum teir gera eftir dystinum í Parkini, tí um Ísland megnar at taka stig frá Kekkia á heimavølli, kann hetta meira ella minni tryggja dønum fremsta sessin.

Í bólki fýra hevur higar til gingið framúr væl hjá Svøríki, og eru teir í løtuni á fremsta sessinum í bólkinum. Nærmasti kappingarneytin er Turkaland, og leygardagurin kann vísa seg at hava avgerandi týdning fyri støðuna í hesum bólkinum. Hjá báðum pørtum er talan um lúmskar útidystir, har Svøríki ferðast til Makedonia, meðan Turkaland skal royna seg ímóti Slovakia.

Noreg hevur seinni árini helst verið sterkasta norðurlendska umboðið í Europa, men í inniverandi undankapping er korthúsið at kalla rapað. Noreg hevur staðið seg stak illa, og einamest ræður nú um hjá teimum at vaska æruna, tá teir hava møguleika at vinna oddaliðnum í bólki 5, Pólandi, eina neisu í Warshava.

Seinasti av dystunum hjá grannum okkara er tann hjá Finnlandi á útivølli móti Albania. Hóast talan her er um eina grannatjóð, so er lítil ivi um, at føroysk fótbóltseygu í stóran mun venda áhugan móti hinum dystinum í bólki níggju. Her skulu Týskland og Ongland nevnliga hittast á Olympiska leikvøllinum í München, og eftir øllum at døma verður hetta dysturin, sum ger av, hvat av hesum báðum fótbóltsstórveldum vinnur fremsta plássið í bólkinum.