Jónas Þór Næs er aftur í B36. Eftir eitt ár í Íslandi, er landsliðsbakkurin aftur í føroyskum fótbólti. Hann hevur í dag gjørt ein tvey ára sáttmála við B36. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Les eisini: Jónas aftur til føroyskan fótbólt
Jónas Þór Næs bleiv í fjør valdur til ársins spælara í B36. Góðu avrikini gjørdu, at tað vóru boð eftir honum í Íslandi, har hann í ár hevur spælt við ÍBV, sum eisini hevur Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum. Her megnaðu teir millum annað at vinna íslendsku steypakappingina.
In.fo hevur gitt, at hann fór aftur til B36, men metti at KÍ møguliga mundi fara at liggja framvið eisini.









