Landsliðsavbjóðingarnar fingu Eirik at satsa hægri (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Eirik J. Simonsen, ið spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Eirik J. Simonsen, ið spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Samrøðan var í sendingin, SportBoxin sum var á FM1 seinnapartin. 

 

Eirikur J. Simonsen sigur í samrøðuni, at gularótin hann og aðrir føroyskir hondbóltsspælarar hava fingið við regluligum landsliðsavbjóðingum hevur motiverað hann til at gera meira við hondbóltin og satsa meira. Um hendan avbjóðingin ikki var, so hevði Eirikur kanska bara valt at spælt í trið ella fjórðbestu hondbóltsdeildini í Danmark komandi árini.

 

Men Eirikur J. Simonsen hevur valt eitt væl hægri støðið, nevnliga Frederikshavn í næstbestu donsku hondbóltsdeildini fyri at kunna hava ein veruligan møguleika at gerast partur av landsliðshópinum, og Eirikur fekk eisini møguleikan ímóti Grønlandi fyri stuttum.

 

Í dag vandu Eirikur J. Simonsen og liðfelagarnir í Frederikshavn bara í 45 minuttir. Teir skuldu nevnliga síggja HM-hálvfinaluna millum Danmark og Frakland.

 

Í samrøðuni segði Eirikur J. Simonsen eisini nøkur góð orð um javnaldran, Jóhan á Plógv Hansen, ið fær sína lívs uppliving við danska hondbóltslandsliðnum í hesum døgum.