Landsliðsúttøkur verða klokkan 19

Klokkan 19 er í tíðindafundur í FSF-húsinum, har talan verður um tvær landsliðsúttøkur.

 

Fyrst fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari at kunngera hvørjir skulu manna hópin til útidystirnar ímóti Írlandi 7. juni og ímóti Svøríki 11. juni.

 

Aftaná fara Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham at kunngera hvørjir skulu manna hópin hjá U21-landsliðnum, sum møtir Rumenia á heimavølli á Svangaskarði 7. juni.

 

Tíðindafundurin verður beinleiðis á Rás2.