Landsliðsúttøkan á FM1

Lars Olsen úttekur landsliðið klokkan 10 í dag

Í dag klokkan 10 verður landsliðið úttikið, sum skal spæla móti Malta og Kosovo. Fyrsti dysturin er á heimavølli móti Malta fríggjadagin 7. september, og tríggjar dagar seinni skal føroyska liðið spæla á útivølli móti Kosovo.

 

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum í dag klokkan 10.00. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsliðsúttøkuni.

 

23 spælarar skulu boðsendast, men longu nú er greitt, at Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen, Rene Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur Hendriksson Olsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Finnur Justinussen og Jóan Símun Edmundsson verða í fyrsta Nations League-hópinum hjá landsliðsvenjaranum.