Landsliðsúttøka og borðseting

Talvlandsliðið, sum um tveir mánaðir skal royna seg á OL í Dresden í Týsklandi, er nú endaliga sett

Talv

 

Úttøkan er broytt í mun til tað sum upprunaliga er fráboðað, tí at IM John Arni Nilssen hevur givið avboð, í hansara stað er úttikin Martin Poulsen.

Landsliðið - og borðsetingin - á Føroyska OL-landsliðnum 2008, er hendan:

IM Helgi Dam Ziska (2416)

FM Heini Olsen (2368)

IM John Rødgaard (2383)

Martin Poulsen (2281)

Jóan Hendrik Andreasen (debutantur og reservi) (2179)

Liðleiðari verður, eins og í OL 2006, Finnbjørn Vang.

 

Telvað verða 11 umfør, har liðið verður mannað við 4 telvarum hvørt umfarið.

Talvsambandið hevur sett liðið í tøttum, konstruktivum, samstarvi við telvararnar. Tað er av størsta týdningi og ein sannroynd, at frægasta liðavrikið - og úrtøkan - á henda hátt kemur til høldar. Og tað er at frøðast um, at serliga viðv. borðunum 1-3 er liðið søguliga javnt sterkt. - skrivar Talvsambandið á heimasíðu síni.