Landslið í róðri á veg

Aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum álegði leygardagin nevndini at fara undir arbeiði at skipa føroyskt landsliðsarbeiði við útriggarum

Í mong ár hevur verið tosað um at fáa gongd á føroyskt landsliðsarbeiði í kappróðri, men nú er hetta mál blivið munandi meira ítøkiligt. Aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum samtykti leygardagin at áleggja nevndini at kanna møguleikarnar at skipa føroyskt landsliðsarbeiði við útriggarum.
Tað var Róðrarfelagið Knørrur í Havn, sum setti uppskotið fram, og tað var einmælt samtykt, so nú verður væntandi skjøtil settur á hetta arbeiði, sum skal føra fram ímóti, at bestu kvinnur og menn okkara verða úttikin til at umboða Føroyar í altjóða kapping í útriggarum.
Millum annað kom fram á aðalfundinum, at útriggarar ikki eru heilt fremmandir í Føroyum, tí ein er hjá róðrarfelagnum NSÍ, umframt at Knørrur í øllum førum hevur havt ein. Knørrur vísti eisini á, at ein møguleiki fyri venjing er at rógva á føroysku vøtnunum, og felagið heldur tað vera nærliggjandi at kanna møguleikarnar við Sørvágsvatni.
Av góðum grundum ber ikki til, at føroyskur kappróður bjóðar øðrum av í føroyskum báti, tí tað eru bara føroyingar, ið kappast í slíkum báti. Men Knørrur sigur í sambandi við uppskoti, at hóast eingin ivi um, at føroyskir rógvarar hava kravda kvalitetin, so mugu vit hava eitt landsliðsarbeiði í teimum bátum, sum verða brúktir í altjóða kapping.