Landsliðini úttikin

Landsliðini, ið skulu umboða Føroyar í Norðurlanda Kappingini (NM), sum verður leikt í Danmark í juli mánað, eru nú úttikin

Bridge

Innan bridge eru norðanlond í heimsflokkið. Tað eru ikki nógvar kappingar, sum eru sterkari enn NM. Hetta setur sjálvsagt stór krøv til okkum, um vit ikki skulu vera kanónføði.
Føroyar hevur verið við til NM síðani 1984 og sigast má, at tað hevur gingið framá, serliga tey síðstu 10 árini hevur framgongdin verið stór. Hetta varð prógva, tá ið vit á heimabana, sum var á Hotel Hafnia í Havn, høvdu eina framúr kapping og gjørdist nummar fimm og seks londum.Hetta var fyrstu fer, at Føroyar ikki endaði aftast. Um kappingin hevði verið skipað soleiðis, at ein fekk tvey stig fyri at vinna ein dyst, hevði Føroyar enda sum nummar tvey.

Liðið, ið skal umboða Føroyar í opnu kappingini er ein blandingur av einum royndum parið, sum hava drúgvar altjóða royndir og einum parið, sum ikki hevur altjóða royndir, men, ið her heima hevur verið eitt tað besta parið í nøkur ár.

Damulandsliðið er mynda av nøkrum sera royndum leikarum, ið allar áður hava umboða føroyar í NM. Tó er ein nýggj par samanseting á liðinum, Maria Christiansen og Randi Jacobsen. Tær hava ikki spælt bridge saman leingi og tískil verður tað sera spennandi, hvussu tær fara at klára seg í tí beinhørðu kappingini.

Føroysku liðini
Opin kapping
Magni Jøkladal og Allan Dal- Christiansen
Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen
Bogi Simonsen er leikandi liðskipari

Kvinnur
Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen
Randi Jacobsen og Maria Christiansen
Marner Joensen er liðskipari