Bridge
Í hópinum til liðið í opna raðnum eru fýra pør teknaði til landsliðsvenjingina. Við á tað endaliga landsliðið skulu trý pør, og hesi verða úttikin seinni.
Pørini eru:
Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen
Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen
Símin Lassaberg ? Magni Jøkladal
Per Kallsberg ? Dánjal Pauli Mohr
Svend Novrup skal standa á odda fyri venjingini, og hann verður eisini liðskipari á liðnum undir NM kappingini.
Greitt sýnist longu nú at vera, hvussu kvinnulandsliðið verður mannað, tí einans trý pør eru teknaði til landsliðsvenjingina.
Pørini eru:
Marjun Restorff ? Arnleyg Mikkelsen
Jón Grunnveit ? Henriette Svenstrup
Maria Christiansen ? Laila Danielsen
Venjari og liðskipari hjá kvinnunum verður Marner Joensen.










