Landsliðið - vánaligast í Evropa

Sámal Matras Kristiansen

Lat tað vera sagt beinanvegin. Tað er ikki stuttligt at hyggja eftir føroyska landsliðnum í løtuni. Liðið spælir vánaligari enn nakrantíð og hevur somuleiðis verri úrslit enn nakrantíð. Føroyska landsliðið telist nú millum absolutt vánaligastu landsliðini í Evropa, og er í vanda fyri at enda sum eitt nýtt San Marino - sum eitt lið, ið stórt sæð ongantíð fær stig, líkamikið hvussu ússalig mótstøðan er.
Seinastu fýra dystirnar hevur føroyska liðið tapt 4 dystir á rað og hevur ein málmun á -20. Einans (surprise!) San Marino er vánaligari við málmuninum -20 fyri einans 2 dystir, meðan Andorra hevur ein málmun á -18 fyri 4 dystir.
Um fótbóltur snúði seg um at enda aftast, so lógu føroyingar í oddinum, og oddurin í evropeisku landsliðadeildini hevði sæð út sum á talvu A.
Undir øllum umstøðum er føroyska landsliðið nú í stórum vanda at vinna sær tann ivasama heiður at gerast vánaligasta evropeiska landslið av øllum. Og tá er spurningurin hvørja nyttu vit sum land hava av okkara landsliði. Eftir mínari meining er nyttan nærum negativ, soleiðis sum landsliðið spælir í løtuni.

Dávid móti Goliat
- Hinvegin - vísir Dimmalætting í oddagrein hóskvøldið á - hava vit í seinastuni sæð, at tað ber til hjá teimum smáu. Malta vann 2-1 móti Ungarn og leygardagin vann Kypros 5-2 á Írlandi. Sum oftast fer føroyski leikluturin at vera tann hjá Dávidi, men hann vann jú eisini á Goliat. Føroyar hava eisini fyrr víst, at tað ber til, og vit ivast ikki í, at tað fer at bragda aftur fyrr ella seinni.
Sostatt metir Dimmalætting, at vit eiga at halda fram í altjóða fótbólti, og tað er eisini mín meting, hóast eg havi lyndi at renna skríggjandi burtur frá sjónvarpinum av berari skomm, tá landsliðið spælir.

1 stig fyri hvønn dyst
Hóast føroyska landsliðið helst ongantíð kann gera sær vónir um at sleppa við í eitt EM- ella HM-endaspæl, so eigur landsliðið tó at hava onkrar aðrar ambitiónir enn bara at ”vera við fyri at læra”.
Sjálvandi verða tap góðtikin, um landsliðið hóast sterka yvirvøld hevur kempað allan dystin. Men sum heild eigur landsliðið at satsa upp á eitt stig í hvørjum dysti.
Persónliga eri eg ikki nøgdur uttan at føroyska landsliðið fær 12 stig í núverandi EM-undanbólki. Hetta verður neyvan av nøkrum í hesi undankapping, men eg vóni, at landsliðið fer at satsa meiri upp á at savna saman stig í eini komandi undankapping.
Tað er tann einasti vegurin út úr tí æviga kyksendinum, tað er at vera eitt ”undirklassalið”. Og um tað ikki er eitt mál hjá smáu londunum í Evropu at standa yvirklassaliðunum kurl, so fari eg at geva monnum sum Franz Beckenbauer rætt í, at smálondini áttu at spælt í eini ”undan-undankapping”. So kundu t.d. tey 4 frægastu av ”undirklassaliðunum” sloppið við í veruligu undankappingina.

Kappingin móti hinum smálondunum
Nú er tað sjálvandi ikki lætt at siga nær eitt lið er undirklassi, meðalklassi ella yvirklassi. Men fylgjandi uppbýti kann møguliga nýtast sum ein ábending. Tølini eru roknað út sum ”stig fyri hvønn dyst”. Um eitt lið vinnur allar dystirnar, fær liðið 3,00. Um eitt lið tapir allar dystirnar, fær liðið 0,00. Um eitt lið hinvegin fær eitt stig í hvørjum dysti, fær liðið 1,00.
Út frá hesum havi eg býtt liðini upp í hesar klassar. Hægri yvirklassi: 2,50-3,00; Yvirklassi: 2,00-2,50; Hægri meðalklassi: 1,75-2,00; Meðalklassi: 1,25-1,75; Lægri meðalklassi: 1,00-1,25; Undirklassi: 0,50-1,00; Lægri undirklassi: 0,00-0,50. (Strika merkir her ”til og uttan”.)
Í talvu B eru øll londini í núverandi EM-undankapping sett upp í ein “tignarstiga”. Í talvu C eru londini frá júst farnu HM-undankapping sett upp í ein tignarstiga eftir sama leisti. Í báðum talvum eru Føroyar millum absoluttu botnskavararnar. Tað eru hesar botnskavararnar, vit eiga at samanbera okkum við - ella rættari: at sleppa undan at vera samanborin við!!!
Mín persónliga ambitión fyri føroyska landsliðið er, at arbeitt verður miðvíst fyri at skapa eitt landslið, ið fær í meðal í minsta lagi 1 stig fyrr hvønn dyst. Tá gerast vit tað eg havi valt at rópa ”eitt meðalklassalið”, og tá hava vit veruliga eitt landslið, vit kunnu vera errin av. Í hvussu er eiga vit at stremba eftir hesum, soleiðis at vit í minsta lagi sleppa upp úr tí, eg her havi valt at rópa ”lægri undirklassi”.

Talva A

1: San Marino0-0-20-200
2: Føroyar0-0-40-180
3: Andorra0-0-41-190
4: Liechtenstein0-0-31-110
5: Luxembourg0-0-30-40
6: Estland0-0-30-40
7: Aserbaidjan0-1-31-81
8: Moldova0-1-32-101
9: Armenia0-1-20-41
10: Írland0-1-23-71

Talva B
EM-undankapping 2006-8

Hægri yvirklassi
Grikkaland3,00
Svøríki3,00
Turkaland3,00
Týskland3,00
Niðurlond2,50
Serbia2,50
Kekkia2,50

Yvirklassi
Danmørk2,33
Ísrael2,33
Kroátia2,33
Rumenia2,33
Frakland2,25
Skotland2,25
Bulgária2,00
Finnland2,00
Noreg2,00
Ukraina2,00

Hægri meðalklassi
Belgia1,75
Itália1,75
Makedónia1,75
Norðurírland1,75
Ongland1,75
Pólland1,75

Meðalklassi
Russland1,67
Slovákia1,50
Litava1,33
Portugál1,33

Lægri meðalklassi
Bosnia1,00
Hvítarussl.1,00
Kýpros1,00
Lettland1,00
Malta1,00
Slovenia1,00
Spánia1,00
Valisia1,00

Undirklassi
Georgia0,75
Ísland0,75
Ungarn0,75
Kasakstan0,50

Lægri undirklassi
Albánia0,33
Armenia0,33
Írland0,33
Aserbaidjan0,25
Moldova0,25
Andorra0,00
Estland0,00
Føroyar0,00
Liechtenstein0,00
Luxembourg0,00
San Marino0,00







Talva C
HM-undankapping 2004-6

Hægri yvirklassi
Niðurlond2,67
Ongland2,50
Portugál2,50

Yvirklassi
Kroátia2,40
Pólland2,40
Svøríki2,40
Itália2,30
Kekkia2,25
Serbia2,20
Rumenia2,08
Ukraina2,08
Frakland2,00
Spánia2,00

Hægri meðalklassi
Russland1,92
Slovákia1,92
Turkaland1,92
Danmørk1,83
Helvetia1,80
Ísrael1,80
Noreg1,80
Grikkaland1,75

Meðalklassi
Írland1,70
Bosnia1,60
Bulgária1,50
Eysturríki1,50
Estland1,42
Ungarn1,40
Finnland1,33
Skotland1,30
Lettland1,25

Lægri meðalklassi
Belgia1,20
Slovenia1,20
Albánia1,08
Hvítarussl.1,00
Litava1,00

Undirklassi
Norðurírland0,90
Georgia0,83
Valisia0,80
Makedónia0,75
Liechtenstein0,67
Armenia0,58
Moldova0,50

Lægri undirklassi
Andorra0,42
Ísland0,40
Kýpros0,40
Aserbaidjan0,30
Malta0,30
Føroyar0,10
Kasakstan0,08
Luxembourg0,00
San Marino0,00