Landsliðið uttan høvuðsstuðul

Sáttmálin við Atlantsflog gekk út, tá HM-undankappingin endaði í heyst, og enn er eingin nýggjur sáttmáli gjørdur fyri komandi EM-undankappingina. Samband er tó millum Fótbóltssambandið og Atlantsflog um framhaldandi samstarv

Fótbóltur: Atlantsflog hevur síðani 1995 verið høvuðsstuðul hjá landsliðnum – viðhvørt sum einsamallur stuðul og viðhvørt saman við øðrum. Men síðsta avtalan um stuðulssamstarv gekk út, tá HM-undankappingin endaði í fjørheyst.
– Enn hava ikki verið nakrar ítøkiligar samráðingar um, hvussu vit gera frameftir. Men sjálvandi fara vit at tosa um, hvussu vit skulu gera, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.
– Vit hava hava havt eitt fínt samstarv við Fótbóltssambandið. Tað er heldur eingin loyna, at fótbóltslandsliðið – meira enn nakar – hevur skapt stóran áhuga fyri Føroyum sum ferðamál, umframt at landsliðsarbeiðið øll hesi árini eisini hevur givið okkum nógvan flutning.

Leita eftir øðrum
At talan enn ikki hevur verið um ítøkiligar samráðingar, hóast samband hevur verið millum Fótbóltssambandið og Atlantsflog, hevur nakað við lutakastið til EM-undankappingina at gera, tí Fótbóltssambandið vildi fegið síggja, um lutakastið lagaði seg soleiðis, at tað kanska økti um møguleikan fyri, at aðrir stuðlar eisini vildu spæla við.
– Vit hava havt onkran í kikaranum, men eg vil siga tað soleiðis, at eingin er heilt nær. Hinvegin vilja vit fegin halda fram við góða samstarvinum við Atlantsflog, so eg vænti, at okkurt kemur burturúr, tá vit fara at samráðast meira ítøkiliga enn higartil, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandinum.
– Og longu nú sær út til, at Atlantsflog er inni í myndini í sambandi við komandi dystirnar hjá landsliðnum í EM-undankappingini, tí tá vit vóru í Beograd til samráðingar um dystarskránna, vístu øll londini áhuga fyri at brúka Atlantsflog, tá tey koma hendavegin at spæla. Einasta undantakið var Estland, sum ivaðist eitt sindur, tí har var okkurt við, at tey høvdu avtalu við sítt egna flogfelag.