Um vikuskiftið vóru FM-finalurnar í badminton spældar, og í dag er greitt, hvørjir føroyskir badminton leikarar skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í summar, sum í ár vera í Gotlandi.
Landsliðsvenjarin, Aritra Nandy, og hjálparvenjarin, Paulo Pinheiro, hava tikið tíggju leikarar út til Oyggjaleikirnar á Gotlandi. Fimm menn og fimm kvinnur.
Sum heild er talan um ein hóp, ið er samansettur av bæði royndum og óroyndum leikarum í Oyggjaleikasamanhangi. Summi hava verið við til Oyggjaleikir fleiri ferðir, meðan onnur eru við fyri fyrstu ferð.
Tey úttiknu eru hesi:
Kvinnur
Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF/Københavns Badmintonklub
Kristina Eriksen, HBF/Ikast FS Badminton
Gunnva Jacobsen, HBF
Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF
Sissal Thomsen, HBF
Menn
Niklas Eysturoy, HBF/Skovbakken Badminton
Bartal Poulsen, VÍF/Højbjerg Badminton Klub
Hilmar Kass, HBF/Amager Badminton Klub
Magnus Dal-Christiansen, HBF
Rógvi Poulsen, HBF










