Landsdysturin verður leiktur í Luksemborg fríggjadagin 4. juni.
Luksemborg liggur í løtuni tvey pláss aftanfyri føroyska a-landsliðið á styrkislistanum hjá FIFA, sum varð kunngjørdur í gjár. Luksemborg er dottið trý pláss niður á listanum, og liggur á einum deildum 127. plássi saman við Singapore. Føroyar liggja á einum deildum 125. plássi saman við Kuba.