Kappingin í Liktenstein er ein undankapping, sum allar smátjóðir í Evropa taka lut í.
Í bólkinum hjá Føroyum eru Cypros, Skotland og Liktenstein.
Fyrsti dysturin verður fríggjdagin 4. juni ímóti Kypros, og leygardagin 5. juni verður spælt ímóti Skotlandi. Seinasti dysturin verður ímóti Liktenstein sunnudagin 6. juni.
Kringvarpið ferð at siga beinleiðis frá øllum
dystunum.
Føroya hava áður leikt ímóti øllum hesum
liðunum, og tá EM-kappingin var í Føroyum í mai 2008 vann Føroyska liðið 3-1 á Skotlandi, men tapti ímóti Liktenstein 3-0.
Føroyska kvinnulandsliði, sum seinastu Oyggjaleikirnar vann Gull á Álandi, eftir eina sera spennandi finalu ímóti Saarema, hevur í hesi kapping nakrar nýggjar leikarar við á liðnum.
Av teimum liðunum sum Føroyar skulu leika ímóti, verður mett at Kypros er nógv tað sterkasta liðið, og hevur hetta liðið vunnið kappingina næstan øll árini.
Føroyski venjarin, Kristan Mikkelsen metir at liðið er væl fyri. Samanlíknað við Oyggjaleikirnar sigur hann, at nakrar útskiftingar eru á liðnum, og ungu leikararnir eru vornir eitt ár eldri, og spennandi verður eisini at vita, hvussu nýggju hevararnir koma at klára seg í síni fyrstu stóru altjóða kappingini.
Nummar eitt og tvey í kappingini leika seg víðari í eitt endaumfarð, sum verður í Luxembourg í 2011.