Tað kann verða ein størri avbjóðing at koyra ein stóran bus í Beograd. Tað mátti føroyska landsliðið ásanna eftir venjingina á Partizan leikvøllinum í gjár. Ferðalagið varð einar tjúgu minuttir seinkað, tí bussurin stóð fastur.
Tað er nakað trongligt í støðum kring FK Partizan leikvøllin í Beograd. Bussurin hjá landsliðnum vísti seg at verða nakað størri enn vanligu bussarnir, sum koyra á økinum. Tá landsliðið skuldi fara heim frá venjing slapp bussurin ikki út av økinum kring leikvøllin.
Fyri tað fyrsta, so brotnaði ein ytri rútar á aðru síðuni á bussinum, umframt at ein bilur stóð parkeraður fyri. Í oysandi regni máttu føroysku landsliðsleikararnir út at flyta parkeraða bilin og bussurin kundi halda leiðina fram.
Søgan sigur einki um hvørjir teir røsku leikararnir vóru, ið fluttu bilin, men vónandi megna teir eisini at flyta serbisku verjuna í morgin.
Ferðalagið kom á gistingarhúsið í øllum góðum.









