Landsliðið spældi javnleik í Spania

Føroyska landsliðið spældi í kvøld sín fyrsta venjingardyst á venjingarleguni í La Manga. Venjingardysturin var ímóti Real Murcia úr næstbestu sponsku deildini, og endaði hann málleysur 0-0.

 

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivar, at tað sást, at liðið enn ikki er serliga væl samanspælt, men at okkara vóru naskari í málroyndunum.

 

Liðið í kvøld sá soleiðis út: Jákup Mikkelsen - Jónas T. Næs (Jóhan T. Davidsen), Odmar Færø (Jústinus R. Hansen), Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen (Hanus Jacobsen) - Hjalgrím Elttør (Sølvi Vatnhamar), Atli Danielsen, Jákup á Borg (Hallur Hansson), Pætur Dam Jacobsen, Bogi Løkin - Klæmint A. Olsen (Kristoffur Jakobsen)

 

Hósdagin kl.11 føroyska tíð spælir føroyska landsliðið seinna venjingardystin á ferðini, tá ið teir hitta La Union úr triðbestu sponsku deildini.