Landsliðið: Slikka sárini í Stokkhólmi

Lars Olsen boðar frá útskiftingum, men vil ikki skifta eitt hálvt lið út

Føroyska landsliðið fór beint av Ullevaal leikvøllinum í Oslo, eftir at hava tapt 4-0 móti Norra fríggjadagin. Leiðin gekk beint á flogvøllin og síðani til Stokkhólm í Svøríki, har liðið í dag hevur havt eina lætta venjing. 

Lars Olsen, landsliðsvenjari, samlaði hópin undan venjingini, har hann hevur tosað um kritikkin eftir tapið móti Norra. Millum annað var Jóan Símun Edmundsson bersøgin eftir dystin og fíltist á fyrireikingarnar til dystin.

 ##med2##

Teir spælarar, sum byrjaðu inni móti Norra, vandu fyri seg. Tað gekk fyri tað mest út upp á at strekkja út. Hinir tíggju spældu millum annað upp á tvey mál við lítlari frástøðu millum málini. Her skal sigast at tað komu fleiri góð mál, men spurningurin er hvussu nógvum at teimum tað verður pláss fyri til dystin mánakvøldið móti Svøríki.

- Vit kunnu ikki skifta eitt hálvt lið. Tað er utopi at gera tað, men tað verða nakrar broytingar til dystin mánadagin. Júst hvussu nógvar veit eg ikki beint nú. Vit skulu eisini hyggja nærri at hópinum og vita hvussu spælararnir eru fyri. Eitt nú hevur Odmar Færø ein snudd, sigur Lars Olsen.

 ##med3##

Klæmint A. Olsen gavst eisini at venja í dag, tí hann fekk okkurt í knæið. Tað er óvist hvussu støðan er við honum. Annars var lagið gott til venjing, hóast tað var ein smeitur at tapa 4-0 í Norra. Í morgin venur liðið á Friends Arena, har dysturin verður mánakvøldið klokkan 19.45.

##ms##