Landsliðið á Malta, sum skal spæla ímóti føroyska landsliðnum fríggjakvøldið, skuldi koma til Føroya í dag. Men tað gekk ikki sum ætlað, tí flogfarið fekk tekniskar trupulleikar.
Útlendskir fjølmiðlar siga, at fyrst var flogfarið seinkað nakað, tí tað hevði fingið tekniskar trupulleikar. Men so fór tað á flog á miðdegi, men tað hevði bara verið á flogi í nakrar fáar minuttir, tá ið flogskiparin gjørdi av at venda aftur, og teir lendu í øllum góðum aftur á altjóða flogvøllinum á Malta.
Tað vóru eini 70 fólk við flogfarinum. Tað eydnaðist ikki at finna eitt annað flogfar og sostatt kemur landsliðið ikki til Føroyar fyrrenn í morgin.










