Landsliðið sett til dystin móti Ungarn

Nýggjur maður á vinstra kanti

Landsliðsvenjararnir hava sett liðið til HM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45. Tað skrivar fsf.fo.

 

Gunnar Nielsen verður á mál, og í føroysku verjuni verða Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

 

Á miðvøllinum byrja Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Rene Shaki Joensen og Brandur H. Olsen. Í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Á bonkinum verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg, Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Páll Klettskarð, Róaldur Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal og Klæmint A. Olsen.

 

Dysturin millum Føroyar og Ungarn verður bríkslaður í gongd klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda klokkan 16.