Landsliðið sent til hús

Hondbóltur: Meginparturin av U-20 landsliðnum hava fingið at vita, at teir ikki kunnu luttaka í arbeiðnum hjá HSF komandi fýra mánaðirnar

Jákup Mørk


Tá U-20 landsliðsleikararnir á vegnum heim frá kapping í Danmark feiraðu bronsumerkini, sum teir høvdu vunnið, grunaðu teir helst ikki, at veistluhýrurin skuldi kosta teimum landsliðssessin komandi tíðina.

Fyri stuttum fingu teir tó bræv frá hondbóltssambandinum, har sagt varð frá, at teir ikki kunnu luttaka í nøkrum aktivitetum hjá HSF fram til 1. august.

Orsøkin til uppsøgnina sigst vera, at leikararnir hava brotið eina greiða avtalu, sum teir undan ferðini høvdu gjørt við HSF.


Einki val

Formaðurin í Hondbóltssambandinum sigur við Sosialin, at hetta sjálvandi er eitt keðiligt stig at taka, men at teir í verandi støðu kendu seg noyddar til hetta.

- Við støði í danmarkarferðini hjá liðnum, halda vit okkum ikki hava nóg stórt álit á leikarunum, og tí meta vit ikki, at vit kunnu senda teir at umboða Føroyar í komandi EM-undanspælinum, sum verður í Hvítarusslandi.

Víðari greiður Petur Ove frá, at teir valdu at taka hetta stigið, eftir at hava tosað við fleiri av hjálparfólkunum, sum vóru við á ferðini.

Sjálvur harmast Petur Ove um, at teir á henda hátt hava banna einum sera evnaríkum liði atgongd til slíka kapping, men í hansara verð hevði HSF einki val.

- Leikararnir fingu greitt at vita, at ósømiligur atburður á ferðini fekk fylgjur, og eisini fingu teir at vita, at ein møgulig fylgja kundi verða heimsendan, enntá upp á egna rokning.

Hvørt tað kann vera ein uggi fyri nakran av bannaðu leikarunum, skal ikki sigast her, men Petur Ove sigur, at orsøkin til at bannið er galdandi til júst 1. august er, at hetta er um sama mundi, sum A-landsliðið fer undir venjingar sína.

- Sostatt hava vit latið eina hurð staði á glopp, til tess at leikarar, sum møguliga kunnu vera við á hesum, ikki eisini missa hendan møguleika.


Skert landslið

Føroyar verða tó umboðaðar í EM-undankappingini, men tað verður við einum rættuliga skerdum liði.

Í stóran mun verður talan um leikarar, sum hava mannað U-18 landsliðið, sum eisini var við á venjingarleguni í Danmark, har teir endaðu á fjórða plássinum, eftir at hava tapt bronsudystin móti U-20 liðnum.

Hóast góða úrslitið í Danmark, so skerst ikki burtur, at liðið, sum nú verður sent avstað, als ikki hevur somu royndir, sum undangongumenn teirra, og vandi er tí eisini fyri, at teir fáa nøkur ítróttarlig sár, sum kunnu taka sína tíð at lekjast. U-20 liðið var í stóran mun mannað av leikarum, sum í vetur hava verið fastir fúsir í bestu mansdeildini, og uttan at taka nakað frá yngru leikarunum, kann staðfestast, at munur er á bestu og næst- ella triðbestu hondbóltsdeildini her heima.

Hesum er hondbóltsbossurin tó ikki so bangin fyri. Hann sigur at tað sjálvsagt verður torføt at fáa líkinda úrslit móti tjóðum sum Frakland og Hvítarusslandi, men her gamla liðið helst eisini fingið sera truplar dystir. Hann greiður annars frá, at fíggjarligar avleiðingar kundu staðist av, um Føroyar tók luttøku sína aftur, og harumframt hevði talan møguliga eisini verið um bann til komandi kapping.

At enda endurtók Petur Ove, at hann var ómetaliga harmur um støðuna, men legði samstundis áherslu á, at teir kendu hetta sum eitt neyðugt stig.

- Talan er um leikarar, sum møguliga skulu umboða Føroyar á hægsta støði, og tímugu teir læra, at tað fylgja nakrar treytir við hesum. Tá treytirnar ikki verða hildnar, mugu teir so eisini taka avleiðingarnar av hesum. Eisini fyri at vísa yvir fyri øðrum landsliðsleikarum, at slíkur atburður als ikki verður góðtikin. sigur Petur Ove Petersen at enda.


Ikki hoyrdir

Frá leikarunum sjálvum er viðmerkingin, at teir eru ómetaliga vónbrotnir av framferini hjá HSF í málinum.

Ein av teimum, sum vit hava tosað við, sigur, at talan als ikki var um at menn gjørdi sær fyri skommum á ferðini.

Eftir at kappingin var lokin, hildu leikararnir seg kunna stuttleika sær eitt sindur, og var hetta eisini gjørt, men nakra veitslu var talan ongantíð um, frættist frá teimum. Talan var um nakrar leikarar, sum hugnaðu sær við nøkrum ølum, so talan var ikki um nakað rok ella óskil á nakran hátt, eru orðini frá leikarunum.

- Tað keðiligasta er eftir mínum tykki, at Hondbóltssambandi als ikki hevur sett seg í samband við okkum, fyri at fáa okkara útlegging av málinum, sigur ein av leikarunum við okkum.

- Vit vistu ikki um nakað sum helst, áðrenn bræv kom frá hondbóltssambandinum, har sagt varð frá, at vit í fram til 1. august vórðu útilokaðir frá øllum landsliðsarbeiði undir HSF, sigur vónbrotni leikarin. Harumframt vísur hann á, at honum kunnugt hevur hann ongantíð fingið nakað skriv frá HSF um, hvørjar treytir vóru galdandi til túrin, soleiðis sum tað framgongur av skrivinum her á síðuni. Sostatt er eingin, sum noktar fyri, at treytirnar í skrivinum ikki eru hildnar, men hinvegin vísa teir á, at teir ikki hava fingið upplýst hesar treytir undan ferðini.

Víðari greiður hann frá, at allir leikararnir hava vant sera hart til hesa kapping, og at teir allir sum ein høvdu sæð fram til EM-undankappingina. Eitt nú høvdu teir vant tríggjar ferð um dagin, nú teir vóru í Danmark.

Nú tykist øll henda venjing at vera nyttuleys, og hetta er sjálvandi ein keðilig støða hjá avsettu leikarunum at vera í.

Víðari sigur leikarin, at tá teir í fjør fingu góð úrslit í Luxemburg, vóru tað umboðini hjá HSF, sum skipaðu fyri veitstlu fyri leikarunum, men nú teir sjálvir gjørdu av at hugna sær eitt sindur, fall stóri hamarin, ella øksin um man vil, alt fyri eitt.


Hondbólturin varð taparin

Prísurin teir noyddust at rinda varð høgur, men fyri framtíðina hjá føroyskum hondbólti er bert at vóna, at hetta ikki hevur tikið mótið frá leikarunum. Einki er at ivast í, at fleiri teirra eiga eina stóra framtíð í føroyskum hondbóltshøpi, og talan verður um eitt risa afturstig, um so er at nakrir teirra velja at leggja hondbóltin til viks orsakað av hendingini.

Sostatt er líkt til, at føroyski hondbólturin gerst stóri taparin í málinum, tí fleiri av okkara evnaríkastu ungu leikarum missa møguleikan at fáa dýrabarar royndir í altjóða kapping.

Endaliga úttøkan av nýggja landsliðshópinum (U-18) var í gjárkvøldi eftir at blaðið fór til prentingar.