Føroyar fáa góða umrøðu í útlandinum, tá ið eitt nú Gunnar Nielsen, Teitur og onnur gera vart við seg, og eisini fínar vitjanir í Føroyum eru góð marknaðarføring. Ferðavinnudeildin í uttanríkisráðnum hevur langt frá líka nógvar pengar at arbeiða við sum kappingarneytarnir í grannalondunum, tá ið tað snýr seg um at marknaðarføring. Tí hevur ein tann týdningarmesti parturin av strategiini verið at bjóða útlendskum tíðindafólkum til Føroya at skriva um landið. Hetta hevur ofta borið ávøkst, eitt nú tá stór grein um Føroyar var í New York Times.
Høvuðsmarknaðirnir hjá Føroyum sum ferðavinnulandi eru Danmark, Bretland, Týskland og Italia. Ferðavinnudeildin hevur eisini eyguni eftir, hvat hendir á øðrum marknaðum, men ansar eftir ikki at gloypa um ov nógv lond, tí so kann boðskapurin gerast ov spjaddur.
? Ein tann besta reklaman fyri okkum eru tey føroysku talentini, sum gera vart við seg uttanlands. Nøvn sum Guðrun & Guðrun, Teitur og Gunnar Nielsen eru góðir ambassadørar fyri landið. Tað ger stóran mun, tá tílík fólk gera vart við seg, sigur Súsanna Sørensen, stjóri á ferðavinnudeildini.
Hon ivast ikki í, at vitjanir sum tær hjá Bill Clinton, Al Gore, Elton John og Bryan Adams eisini skapa áhuga fyri Føroyum, ikki minst tí talan er um nøvn, sum øll kenna. Men tann besti ambassadørurin fyri Føroyar er eftir leitiskipanini hjá Google at døma føroyska fótbóltslandsliðið.
? Okkara kanningar vísa, at áhugin fyri Føroyum á Google økist heilt munandi, tá landsliðið spælir. Ongar hendingar skapa so stóran áhuga fyri Føroyum sum landsdystirnir, sigur Súsanna Sørensen.