Ísak Mikladal skrivari FSF?s
Sosialurin hevði leygardagin 19. oktober 2002 eitt áhugavert hugskot í sambandi við føroyska landsliðið í fótbólti, og sum undir dagsins meining verður nevnt, Landsliðið og fólkaheilsan.
Tað er nevniliga ein sannroynd, at tað als ikki kann lata seg gera at koma so langt framá ítróttarliga uttan at heilsan er í lagi, og tá verður hugsa í víðastu merking, bæði kropsliga og sálarliga.
Fyri at tað skal vera gjørligt hjá landsliðnum at røkka nøktandi málum í dag og í framtíðini, er neyðugt við miðvísum ungdómsvirksemi og greiðum málsetningum, hetta arbeiðið fer fyrst og fremst fram í feløgunum. Afturat arbeiðnum í feløgunum, kemur arbeiði sum Fótbóltssambandið ger í sambandi við ymisku ungdómslandsliðini og til seinast og ikki minst í sambandi við A-landsliðið.
Her er eisini talan um førleikamenning á ítróttarliga økinum og átti til dømis Vinnuhúsið/Oljutingið eisini at havt áhugað fyri hesum ? í dag telist ítróttin í Føroyum sum stórsta ítriv, men tað slepst ikki undan at viðurkenna at ítróttin í dag er ein av stóru vinnunum.
Tað er eingin ivi um, at okkara landslið kann verða ambassadørur og fyrimynd fyri føroysku fólkaheilsuni, spurningurin er hvussu gongd fæst á, vónandi kann uppskotstillarin kallar landsstýrismenninar í Trivnaðarmálum, Heilsumálum, og Mentamálum á fund saman við til dømis Vinnuhúsinum og Fótbóltssambandinum fyri at fáa útgreina, um tað ber til og á hvønn hátt hetta kann gerast.
Tað er av stórum týdningi, at ein breið undirtøka er fyri hugskotinum, soleiðis at fólk frá byrjan av fáa tokka til verkætlanina.