Føroyar skulu í dag klokkan 17 spæla móti Lettlandi í Riga í Nations League kappingini. Talan er um 5. umfar í bólkaspælinum, og føroyska liðið kann við sigri vinna sær uppflyting til C-deildina.
Føroyar spældu í 3. umfari móti Letlandi á Tórsvølli. Tá kom Lettland á odda, men Odmar Færø javnaði fyri føroyska landsliðið. Seinastu tjúgu minuttirnar av dystinum hevði føroyska liðið trupulleikar av kropssterku lettunum, sum orkaðu betri enn okkara.
- Seinast høvdu vit júst spælt móti Danmark, har vit brúktu allar lyklaspælararnar í einum torførum dysti, sum hevði stóran týdning fyri Føroyar. Tað sást aftur seinastu løtuna av dystinum móti Lettlandi. Hesa ferð vóni eg, at vit hava yvirvág seinastu løtuna, sigur Håkan Ericson, sum tó skal klára seg uttan Hall Hansson og Brand Hendriksson, ið báðir hava leikbann, meðan Arminia Bielefeld ikki hevur leysgivið Jóan Símun Edmundsson.
- Eg hugsi ikki um teir spælararnar vit ikki hava tøkar. Eg havi tikið eina avgerð um hvussu vit skulu spæla, men eg fari ikki avdúka nakað, tí eg vil ikki geva mótstøðuni nakran fyrimun. Teir vilja eisini vita hvussu vit spæla, sigur Håkan Ericson.
Eitt gott boð er, at Sølvi Vatnhamar og Rógvi Baldvinsson kom inn á miðjuna. Rógvi Baldvinsson spældi undir miðal móti Litava, men hann er royndasti avloysarin í hópinum, sum hevur spælt landsdystir mitt á miðjuni. Sølvi Vatnhamar hevur eisini spælt mitt á miðjuni, men í venjingarlandsdystinum móti Litava spældi hann á kenda høgra miðvøllinum.
- Eg veit ikki enn hvar eg skal spæla, men vit hava roynt ymiskt til venjing, so tað verður spennandi. Vit hava vunnið á Lettlandi í Riga við landsliðnnum, og eg havi vunnið samanlagt á Daugava Daugavpils úr Lettlandi fyrr, so tað hevur gingið væl undan hesum dystinum, sigur Sølvi Vatnhamar.
Føroyar hava 10 stig á fyrsta plássi, meðan Malta hevur 5 stig, Lettland hevur 3 stig og Andorra er aftast við 2 stigum. Vinna Føroyar í dag, so vinna vit bólkin. Malta spælir á heimavølli móti Andorra klokkan 14, so føroysku spælararnir vita hvørjar treytirnar eru áðrenn dysturin byrjar.
##ms##