Landsliðið í luftini

Klokkan 13.30 í dag fór fótbóltslandsliðið á flog. Umvegis Billund er kósin til Italia, har tað verður roknað við, at flogfarið hjá Atlantsflog fer at seta seg klokkan 19.40 íkvøld í Firenze, har dysturin ímóti Italia verður týskvøldið.

Umleið 80 fólk eru í ferðalagnum. Helmingurin eru landsliðið og tey, sum eru kring landsliðið og nevndin í FSF, og hin helmingurin eru ferðafólk.

20 spælarar eru í hópinum: Gunnar Nielsen, Tórður Thomsen, Jónas Þór Næs, Bartal Eliasen, Egil á Bø, Atli Gregersen, Johan Troest Davidsen, Einar T. Hansen, Hendrik Rubeksen, Pól Jóhannus Justinussen, Bogi Løkin, Christian Lamhauge Holst, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Fróði Benjaminsen, Daniel Udsen, Christian R. Mouritsen, Símun Samuelsen, Jóan Símun Edmundsson og Arnbjørn Hansen.

Hesir somu vóru við í fyrireikingunum til dystin ímóti Serbia í gjárkvøldið. Tá vórðu Bartal Eliasen og Pól Jóhannus Justinussen ikki á dómaraseðlinum.