Býurin liggur 350 kilometur norðan fyri høvuðsstaðin Bukarest, og 60 kilometur frá nærmasta flogvøllinum, sum liggur í býnum Bacau.
Í Piatra Neamt búgva beint omanfyri 100.000 fólk.
Landsliðið fleyg beinleiðis úr Brest í Frankaríki til Bukarest. Hesin túrurin tók smáar fýra tímar, og úr Bukarest varð flogið til Bacau. Ein túrur, sum tók ein hálvan tíma.
Síðani var føroyska ferðalagið eskorterað av løgregluni teir 60 kilometrarnar til Piatra Neamt.
Her tók Brian Kerr menn sínar út á vøllin so at siga beinanvegin, soleiðis at hesir fingu rørt seg eitt lítið sindur eftir longu ferðina.
Í morgin verður farið aftur á vøllin klokkan 10.30.