Landsliðið havt fyrstu vetrarvenjingina

Mánakvøldið hevði Jóannes Jakobsen fyrstu vetrarvenjingina í samband við fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin móti Eysturríki tann 22. mars.

 

Hóast tað framvegis eru tríggir mánaðir til HM-undankappingardystin móti Eysturríki, sum verður á útivølli fríggjadagin 22. mars, eru fyrireikingarnar dystin longu byrjaðar. Hetta veit Fótbóltssambandið at siga.

 

Mánakvøldið var fyrsta vetrarvenjingin á skránni, sum landsliðsvenjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen fara at hava á Tórsvølli næstu vikurnar.

 

Vant verður tvær ferðir um vikuna, mánakvøld og mikukvøld kl. 18. Í fyrstu atløgu verður vant til hálvan desember, og síðani er ætlanin at fara á venjingarlegu um miðan januar.

 

 

Flestu av leikarunum til venjingina á Tórsvølli mánakvøldið hava verið í landsliðshitanum fyrr, og nakrir hava eisini spælt fleiri A-landsdystir fyri Føroyar. Kortini var ein leikari, ið ongantíð áður hevur verið partur av føroyska landsliðnum.

 

Ungi klaksvíkingurin úr EB/Streymi, Niels Pauli Danielsen, hevur staðið seg sera væl á miðvøllinum hjá sundalagsmonnum í ár, og til venjingna mánakvøldið var Niels Pauli Danielsen at finna millum føroysku landsliðsleikararnar.

 

Har afturat vóru eisini leikarar, ið hava verið partur av U21-landsliðnum seinastu undankapping, men sum ongantíð áður hava roynt seg á A-landsliðnum. Nevnast kunnu Dánjal á Lakjuni, Róaldur Jakobsen og Páll Klettskarð.

 

Heili sjey HM-undankappingardystir eru á skránni komandi ár. Fýra á útivølli og tríggir á heimavølli.

 

Seinast Føroyar og Eysturríki møttust í undankappingardysti, var tann 5. september í 2009. Ta ferðina vunnu eysturríkar 3-1 á UPS Arena í Graz. Føroyska málið gjørdi Andreas Lava Olsen.