9 fólk fara at luttaka í fræslum ítrótti á Oyggjaleikunum á Bermuda, men ein av profilunum verður ikki við vegna skaða.
Fyri tveimum árum síðani vóru seks fólk í landsliðshópinum í frælsum ítrótti, men hesaferð eru tey trý fleiri.
Hetta eru tey, sum skulu við til Oyggjaleikirnar í juli:
Heri Ziska, Hvirlan, klingrukast
Rógvi Højgaard, Hvirlan, spjótkast
Trygvi Laksafoss, Hvirlan, hæddarlop og longdarlop
Øssur Debes Eiriksfoss, Hvirlan, hæddarlop og trístøkk
Rói Holgarsson, Bragdið, 100 m og 200 m
Rúni Seloy, Bragdið, 800 m
Valborg Heinesen, Bragdið, 10.000 m og ½ marathon
Rebekka Fuglø, Treysti, 800 m og 1.500 m
Marnar Djurhuus, Treysti, 5.000 m, og 10.000 m
Trygvi Laksafoss, Rói Holgarsson og Valborg Heinesen eru nýggj í oyggjaleikahøpi.
Bjørk Herup Olsen, sum vann trý heiðursmerki á seinastu Oyggjaleikum, varð tíverri noydd at geva avboð vegna skaða.