Sunnudagin skal føroyska A-landsliðið spæla móti Kosovo í fjórða umfari í Nations League. Tað verður tó uttan Jógvan Róa Davidsen. Liðskiparin hjá HB hevur helst brákað eitt ryvjabein til venjing.
- Hann bleiv skaddur til venjing, men vandi víðari. Vit bíðaðu líka til dagin eftir, at vita um tað bleiv betri, men hann fær ilt bara tá hann andar, so Jógavn Rói verður ikki við, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari hjá Føroyum.
Hann sigur eisini, at ongin spælari verður úttikin í staðin fyri høgra bakkin úr HB. Føroyar spæla sunnudagin móti Kosovo, sum er á odda í bólkinum við sjey stigum. Aserbadjan hava fimm stig, meðan Føroyar hava trý stig á triðja plássi.
Føroyska landsliðið vandi fyrrapartin í dag á Tórsvølli, men tað var einki serligt lag á monnum. Teir, sum spældu í gjár, strektu fyri tað mesta út, meðan hinir vandu sum vanligt.










