Á seinastu útgávuni av listanum eru Føroyar nevnliga at finna sum nummar 166, og er hetta besta plasering okkara síðani útrokningargrundarlagið varð broytt í juni mánaði 2006.
Í Íslandi vunnu Føroyar sær 54 ratingstig, soleiðis at vit nú hava 96 av slagnum, og tað hevur lyft Føroyar upp um lond sum Somalia, Belize, Samoa og Seychellurnar. Av evropiskum londum er tað enn bert Andorra og San Marino, sum eru aftan fyri Føroyar, men nú eru bert 11 pláss upp til Liktenstein, sum er næsta Europiska landið á listanum.
Hjá Íslandi royndist mars mánaður einki serligt. Tap fyri Føroyar og Skotlandi bóru við sær, at Ísland rapaði 18 pláss á listanum, har Spania framvegis verður mett sum heimsins sterkasta fótbóltstjóð.










