Landsliðið

Fótbóltur á Svangaskarði 10. juni 1997

1

Á Svangaskarði spæla teir í dag

Har landsliðið og Malta leika har,

og hendan sera vakra sólskinsdag

har fólk í túsund tali hava leita sær.


2

Og Føroyakvinnur vakrar eru tit,

og arbeiða við gleði, strev og slit,

og gentur, dreingir uppala vit,

til sterkastu og vøkur ítróttarlið.


3

Og menninir við vøllin standa hjá,

teir fylgja við um nakar skorar mál,

og tað vil gleða okkum øll,

um teir nú vunnu her á heimavøll.


4

Ja kappingin er nú sera hørð,

eitt gult kort og annar útvístur er,

men tíggjumannaliði nú,

tvey eitt mál til Føroyar í vakrasta skrúð.


Kata